So nógv hækkar prísurin á streymi næsta ár

Talan verður um tríggjar ymsar príshækkingar

Eykaaðalfundurin hjá SEV hevur nú samtykt, at elprísurin hækkar tann 1. januar.

Hækkingin, sum ikki er tann sama fyri allar bólkar. Hjá vanligum húsarhaldum er príshækkingin 18 oyru fyri hvønn kilowatt tíma og hjá vinnuvirkjum er hækkingin ávikavist 22 oyru og 28 oyru fyri hvønn kilowatttíma, alt eftir, hvussu nógvan streym tey brúka.

Í Evropa er prísurin á streymi fleirfaldaður hetta seinasta árið, og ávaringar um skamtanir á elorku hava ljóðað. Men í Føroyum hevur prísurin staðið í stað. Hetta hevur kunnað latið seg gjørt, tí at SEV, í stóran mun, hevur prístryggjað oljukeypið fyri at halda ein støðugan elprís. Men tað ber ikki til at prístryggja allan oljukostnaðin, og tí eru útreiðslurnar til olju munandi hægri enn ætlað varð við ársbyrjan.

Seinast elprísurin hækkaði var í 2020, tá ið fimm oyru blivin løgd afturat prísinum. Seinastu 10 árini er elprísurin hækkaður tilsamans 10 oyru, sum svarar til 6,8 prosent. Í sama tíðarskeiði er brúkaraprístalið hækkað 13,3 prosent.

– Veruleikin er, at príshækkingin er neyðug”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV í tíðindaskrivi. Men hann sigur, at hetta ein lítil príshækking, sum ikki fær avleiðingar fyri kappingarførið hjá Føroyum, og sum heldur ikki tyngir privatu húsarhaldini í stóran mun.

at elprísurin hækkar tann 1. januar – 2023
Author: TOF field