Sløk trý prosent av av bilunum eru nú elbilar

Hóast bilasølan støðugt er lækkað seinastu árini, so veksur talið av elbilum í Føroyum.

Nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni vísa, at nú eru til samans 1.210 elakfør í Føroyum. Talan er um 1.106 el persónbilar, 48 el vøruvognar og 54 el prutl.

Tilsamans eru skrásett 42.040 akfør í Føroyum.

Tað merkir, at akførini við elmotori nú eru 2,88 prosent av øllum skrásettum akførum.

Tilsamans eru skrásett 42.040 akfør í Føroyum.
Author: TOF field