Myndir: Hava skrivað undir samgonguskjalið

Fyrsti fundurin hjá nývalda løgtinginum skuldi byrja klokkan 10, har løgtingsformaður verður valdur

Tá tey trý forfólkini í flokkunum, sum nú skipa samgongu, høvdu greitt frá samgonguskjalinum á tíðindafundinum í morgun, skrivaðu Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Ruth Vang undir samgonguskjalið.

Fyrsti tingfundur hjá nývalda løgtinginum skuldi byrja klokkan 10, har løgtingsformaður verður valdur. Seinni á fundinum verður løgmaður eisini valdur.

Fylg við tingvarpinum her.

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar.

Hava skrivað undir samgonguskjalið
Author: TOF field